Nú er skrædlið í fiskivinnuni byrjað, og í gjár vóru seks skip, sum øll hoyra undir virksemi hjá Jóhan Páll Joensen, lýst at skula á tvingsilssølu Talan er um trý pør av partrolarum, sum øll fara undir hamaran 12. novembur 2008.
Pørini eru: Safir og Smaragd, Navarin og Borgarin og Fjalshamar og Nónhamar.
Kári Mikkelsen setti í tíðindasendingini á Rás2 klokkan 17. sum verður endursend klokkan 18.30. Jóhan Páll Joensen nakrar spurningar viðvíkjandi søluni og virkseminum sum heild.
Spurdur hví støðan er so vánalig, svarar Jóhan Páll Joensen, at úrslitini hava verið minni, og at felagið er komið í eina støðu, har tað ikki megnar at gjalda hvørjum sítt.
Samstundis er Jóhan Páll Joensen bangin fyri, at restin fer sama veg.
- Vit hava gjørt okkara besta at reka virksemið á skynsaman hátt, men tað hevur ikki givið úrslit. Og tí fara skipini nú undir hamaran, sigur Jóhan Páll Joensen.
Samtakið Maru Seafood, har Jóhan Páll Joensen er stjóri, hevur sambært Jóhan Páll Joensen trupulleikar, og hann sær ikki góð útlit fyri samtakið.
- Tað er møguligt at restin fer sama veg, og 200 til 300 fólk kunnu missa starv sítt, sigur stjórin.
Maru Seafood eigur í løtuni hesar seks partrolararnar, sum nú fara undir hamaran, línuskipini Grana og Fugltúgvuna og virkini, Norðís, Eystís og Kósina. Tó er onki virksemi á Eystís.
Jóhan Páll Joensen var til fyri einum góðum árið síðani nevndarformaður í Føroya Banka, og í tíðindunum á Rás2 vildi hann ikki avvísa, at vánaliga úrslitið hjá Maru Seafood var ein av orsøkunum til, at hann fór frá sum nevndarformaður.