Seks skip hava søkt Vørn um loyvi at taka ímóti makreli og sild frá trolarum úti á fiskileið og at føra fiskin til virkingar á landi. Fimm av skipunum, Tróndur í Gøtu, Fagraberg, Grunnabarð, Jupiter og Tummas T, hava fingið loyvi.
Tað sætta skipið, Asbjørn Senior, sær sítt loyvi í dag, verður sagt á Vørn, sum ikki hevur fingið fleiri umsóknir um flutningsloyvi.