Partrolararnir, sum fiska upsa, royna á ymiskum leiðum, men fiskiskapurin er heldur smáligur. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at trý pør nú eru farin á gulllaksaveiði, og hetta er ivaleyst fyrsti túrur hjá skipunum í vertíðini, sum nú byrjar.
- Tríggir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva, kongafisk og blálongu. Væntandi koma allir inn at landa miðskeiðis í vikuni.
Lagt verður aftrat, at ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva og frystir veiðina umborð.
- Trolbátarnir eru norðan fyri og fiska tosk og hýsu. Teir landa væntandi mánadagin, sigur Fiskamarknaður Føroya.










