Seks sáttmálar í Hoyvík

1.deild menn: FC Hoyvík hevur gjørt sáttmálar við seks av spælarunum

FC Hoyvík hevur fingið nýggjan venjara í Bill M. Jacobsen, sum tekur við eftir Jens Martin Knudsen. Higartil hevur verið nakað friðarligt rundan um hópin, men í gjár kunngjørdi felagið at sáttmáli er gjørdur við seks spælarar.

 

Teir eru Rói Jacobsen, Petur Frank Jákupsson Holm, Fróði Pætursson Rasmussen, Ragnar Rasmussen, Vernar Restorff Olsen og Ólavur Venned. Teir spældu allir við FC Hoyvík í farna kappingarárinum .

 

- Vit hava arbeitt við at fáa undirskriftur festar á blað og kunnu nú gleðast um at fleiri lyklaspælara frá 2023 eisini eru okkara í 2024, skrivar FC Hoyvík.

 

Tað er formaðurin í FC Hoyvík, Fróði Danielsen, sum sæst á myndunum saman við spælarunum.