Seks sambandsvalevnir í Eysturoynni

Fimm menn og ein kvinna eru á listanum hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni.

Lokalfelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni, Samhald, hevur nú lagt síðstu hond á vallistan til komandi løgtingsval.


Á listanum eru seks valevnir, fimm menn og ein kvinna, harav fýra teirra sita á tingi sum fyrstvald ella varafólk.


Trý av teimum seks valevnunum hava fastan sess á tingi. Tey eru Alfred Olsen, ið fekk 473 atkvøður til síðsta val, Helgi Abrahamsen, ið fekk 404 atkvøður til síðsta val og Edva Jacobsen, ið fekk 311 atkvøður til síðsta val.


Harumframt er Reimund Langgaard, ið hevur verið fastur varamaður á tingi seinasta valskeið, eisini uppstillaður. Hann fekk 168 atkvøður til valið í 2011.


Síðani eru tvey nýggj nøvn á listanum hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni, Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og Vinjard Johansen.