Seks á rað og hattrick til Kane

Tottenham vann í dag sín sætta sigur á rað í Premier League

Tað koyrir væl hjá London-felagnum, Tottenham í hesum døgum. Síðani tepra ósigurin móti Manchester United tíðliga í december, hevur Tottenham verið í gongd við ein frálíkan stima, har felagið bert hevur vunnið.

 

Tíðliga í dag skuldi Tottenham so royna at varðveita góðu gongdina, tá teir á heimavølli fingu vitjan av West Bromwich.

 

Og tað eydnaðist eisini Tottenham so ruddiliga. Endaliga úrslitið av dystinum var, at Tottenham vann ein knúsandi 4-0 sigur ímóti West Bromwich, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 2-0.

 

Stóri spælarin hjá Tottenham í dag var álopsleikarin, Harry Kane, sum ikki gjørdi mætari, enn at skjóta trý av teimum fýra málunum hjá Tottenham. Eftir eina heldur trilvandi byrjan við málskjóting hjá honum, er hann nú av álvara farin at gera um seg á toppskjúttaralistanum, har hann nú liggur á einum deildum øðrum plássi saman við Zlatan Ibrahimovic og Harry Kane, bert eitt mál aftanfyri Diego Costa á fyrsta plássinum.

 

Seinni í dag vera so fleiri aðrir dystir spældir í Premier League.

 

 

Tottenham – West Bromwich 4-0 (2-0)

1-0         Harry Kane, 12.

2-0         Gareth McAuley (Sjálvmál), 26.

3-0         Harry Kane, 77.

4-0         Harry Kane , 82.