Seks ára gamal gísli

Í býnum Midland City í amerikanska statinum Alabama hevur ein vápnaður maður skotið ein bussførara og tikið ein seks ára gamlan drong. Bussførarin doyði.

Maðurin fjalir seg nú í einum bumbuskýli, sum hann sjálvur hevur gjørt, og hann hevur tikið drongin við sær hagar.

Ein serdeild hjá løgregluni er sett at taka sær av málinum, og sambært CNN hevur deildin tosað við mannin ígjøgnum eitt rør. Higartil hevur maðurin sýtt fyri at lata drongin sleppa og at geva seg yvir til løgregluna.

Myndugleikarnir hava ikki sagt, hvør maðurin er, men fólk í grannalangum siga, at talan er um ein 67 ára gamlan mann, sum var hermaður í Vietnam-krígnum, og sum hevur havt sálarligar trupulleikar.