Mikukvøldið vann B36 toppin, tá ið tað eydnaðist at vinna 2-0 í Klaksvík.
Í dag er takið hjá oddaliðnum at verja toppin í grannauppgerðini á Argjum.
-Vit arbeiddu hart, og vit vóru ógvuliga fokuseraðir og tilvitaðir mikukvøldið, og at enda eydnaðist tað at skora málini, sum bóru sigurin við sær. Nú ræður um at halda fram í sama lagi á Argjum, sigur Árni Frederiksberg, sum skoraði fyrra málið í Klaksvík og legði upp til tað seinna.
B36 miðvallarin Magnus Holm Jacobsen er leikbannaður, og miðverjin Erling D. Jacobsen og framrættaði Gilli Samuelsen eru skaddir.
Hjá AB er Bjarni Skála leikbannaður, og tað er stórur saknur í Eli S. Christiansson, sum er fluttur av landinum. Álopsspælarin Hans Jákup Annfinsson er burturstaddur, og tað er ivasamt, um Tóki á Lofti verður førur fyri at spæla ídag.
Tølini siga, at AB hevur ikki vunnið á heimavølli ímóti B36 síðani í 2013.
Í vár var tað heilt tætt við, at AB vann á heimavølli ímóti B36, men AB misti 1-0 leiðsluna í síðstu løtu, og so vann B36 2-1.
Eftir tveir sigrar og ein javnleik kom AB fyri einari viku síðani av álvara niður aftur á jørðina, tá ið NSÍ vann 5-1 á Argjum.
B36 hevur síðani á ólavsøku spælt fimm dystir. Úrtøkan er fýra sigrar og ein javnleikur - málleysur javnleikur í grannauppgerðini í Gundadali.