Ein 22 ára gamal litavi varð fyri hálvum tíma í einum nevningatingi í Føroya rætti dømdur seks ára fongsulsrevsing Teir vóru tveir litavar, sum 9. november í fjør komu til Føroya í einum BMW-bili. Í bilinum funnu tollarar og politistar nakrar dagar seinni umleið fýra kilo av sera sterkum rúsevnum.
Í seinastu viku varð eitt nevningating sett at døma menninar. Í gjár søgdu nevningarnir, at annar var sekur og hin ósekur í ákærunum um rúsevnissmugling.
Í morgun settu nevningarnir seg saman við juridiska dómaranum at áseta, hvørja revsing tann 22 ára gamli seki maðurin skuldi hava.
Úrslitið varð seks ára fongsul. Báðir partar hava nú møguleika at kæra sjálva revsingina.









