Ferðsluløgreglan var í farnu viku úti og hevði eitt seliga vakið eyga við tey mongu prutlini, ið eru í ferðsluni. Hetta gav eisini úrslit, tí ikki færri enn seks prutl vóru tikin inn á politistøðini, annaðhvørt tí tey eru ólóglig ella er illgruni um tað. Prutlini verða nú kannað nærri, áðrenn farið verður víðari við málunum, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn.










