Seks plettskot á rað

Per Holm Andersen skeyt sítt besta nakrantíð, men hetta var kortini ikki nóg mikið, tá Jógvan Niclasen við seks tíggjarum á rað vann FM-finaluna

Bogaskjóting

 

Sunnudagin skipaði Ørvur fyri FM-kapping í uttandura bogaskjóting á Svangaskarði. Hóast nakað av regni var, so vóru líkindini hampuliga góð. Og í øllum førum má sigast, at skjótingin var framúr seinasta partin av kappingini.

 

Recurve

Í bólkinum luttóku 10 skjúttar.

Innleiðandi vóru tað tríggir skjúttar, sum greitt løgdu seg framum, teir vóru Hans petur Højgaard, Ørvur, sum skeyt (299+274) 573 stig, Eirikur í Jákupsstovu, Ørvur, (265+277) 542 stig, og Absalon Hansen, Tambar, (260+273) 533 stig.

1/8-finalur: her møttust Tórfinn Hansen og Jim S. Guttesen, báðir úr Vágaskot, og van Tórfinn dystin. Jastrid M. Jensen og Rakul Dam, báðar úr Tambar møttust og var tað Jastrid, sum fór víðari til næstu umfar.

¼-finalur: Hans Petur Højgaard og Tórfinn Hansen 97-72, Annika Vang, Ørvur, og Jógvan Magnus Andreasen “Eggaba”, Vágaskot, 79-77, Absalon Hansen og Bogi Andreasen, Vágaskot, 92-58, og Jastrid M. Jensen og Eirikur í Jákupsstovu 68-86.

½-finalur: Hans Petur møtti Anniku og skjeyt Hans Petur væl hetta umfarið og vann trygt 101-66. Í hinum dystinum vann Absalon á Eiriki við 96-70.

Bronsufinalan stóð millum Eirik og Anniku og skjeyt Eirikur so væl, sum hann sjáldan hevur gjørt og vann trygt 102-75.

Gullfinalan stóð millum Hans Petur og Absalon, liðfelagarnar á OyL-liðnum, sum vann gull á Rhodos. Dysturin var javnur og tá helvtin av teimum 12 pílunum vóru skotnir, førdi Absalon við 4 stigum. Men seinastu pílarnar tók Hans Petur dik á set og vann dystin 96-92 og harvið føroyameistaraheitið 2007.

 

Compound

Compound skjúttarnir hava ikki verið so nógvir í tali alt árið og vóru fýra luttakarar í bólkinum hesaferð, tað vóru tey fýra, sum mannaðu OyL liðið, sum vann tvey gull heiðursmerkir á Rhodos.

Innleiðandi skutu skjúttarnir væl og legði Jógvan Niclasen, Tambar, seg á odda við (329+332) 661 stigum, Schandorff Vang, Ørvur, hevði (324+319) 643 stig, Per Holm Andersen, Ørvur, 643 stig, men hevði Schandorff fleiri 10-arar, og Sigrid Vang, Ørvur, (299+309) 608 stig.

½-finalur: Jógvan møtti Sigrid og tá 6 pílar vóru skotnir var bert eitt stig millum tey 57-56, og í seinnu hálvu bleiv úrslitið 55-53 og vann Jógvan dystin 112-109. Í hinum dystinum møttust Per og Schandorff og tá 6 pílar vóru skotnir var støðan 57-58, í seinnu hálvu kiksaði Schandorff eitt skot og varð støðan 56-52 og vann Per dystin 113-110.

Bronsufinalan stóð Schandorff og Sigrid og vann Schandorff við 107-102.

Gullfinalan stóð millum Jógvan og Per. Teir høvdu skotið sera væl framman undan og var lagt upp til eina spennandi finalu. Og so varð. Per legði seg á oddin eftir 6 pílar við 58-56, men sum Jógvani líkt, so hevur hann onkur serlig evnir, tí tá á stendur gongur ofta best, hann gjørdi ikki mætari enn at vinna seinnu hálvu 60-56, samanlagt 116-114, og sostatt eisini at vinna sítt fyrsta uttandura føroyameistaraheitið.

116 stig er eisini nýtt føroyskt met fyri 12 pílar.

60 stig er tað mesta mann kann fáa fyri 6 pílar og var tað fyrstu ferð Jógvan gjørdi hetta bragd í dysti. Leggjast kann afturat, at úrslitini hjá bæði Jógvan og Per vóru omanfyri gamla føroyska metið, sum var 113 stig.

 

Myndatxt