Seks pláss niðureftir

Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA, er føroyska fótbóltslandsliðið nummar 185. Næsta mótstøðulið okkara er nummar 1!

Fótbóltur

 

Tað verður stór uppgáva, tá Italia kemur á vitjan 2. juni. Italsku heimsmeistararnir eru enn ovastir á styrkislistanum hjá FIFA. Føroyar eru hinvegin farnar seks pláss niðureftir listanum síðani apríl mánað. Einasta europiska land, sum er niðanfyri okkum á listanum, er San Marino, sum er nummar 195.

 

Fýra dagar eftir, at Italia hevur vitjað, er Skotland á skránni hja Føroyum. Eisini skotar standa seg væl á listanum, har teir nú hava klintrað upp á eitt 14. pláss.

 

Sterkasta norðanlandið á listanum er Svøríki, sum er nummar 22.

 

Niðanfyri er partur av listanunum endurgivin. Í klombrum er víst ratingin fyri apríl mánað.

 

1 Italia (1)

2 Brasil (3)

3 Argentina (2)

4 Frakland (4)

5 Týskland (5)

6 Holland (6)

7 Portugal (7)

8 Ongland (8)

9 Spania (9)

10 Kekkia (10)

11 Ukraina (11)

14 Skotland (19)

22 Svøríki (24)

23 Danmark (22)

45 Finnland (45)

49 Noreg (49)

92 Georgia (85)

93 Litava (93)

96 Ísland (97)

185 Føroyar(179)