Seks nýggir kavarar

Teir eru nú klárir at fara til arbeiðis undir vatni

Í gjárkvøldið, mánakvøldið 17. november, stóðu seks kavaranæmingar endaligu royndir sínar á vinnukavaraskúlanum, sum SCUBA vinnukavarar.

Næmingarnir kunnu nú siga seg vera vinnukavarar. Seinastu seks vikurnar hava næmingar lært at kava og at skipa kavingina á so trykkan hátt sum gjørligt.

Næmingarnir hava verið á botni í minst 15 tímar hvør og eru teir tí klárir at byrja sína yrkisleið sum kavarar.

 

Á myndini síggja vit standandi frá vinstru John C. Hansen, Thordur Magnussen, Pauli Sørensen, Petur Heðin á Fløtti, Hera Mørkøre, próvdómari. Sitandi frá vinstru síggja vit Vilhelm Hansen og Petur Vágsgarð.