Seks næmingar fingið prógv

Tíðindaskriv

31. august 2006 fingu okkara næmingar, sum vóru seks í tali, prógv í fíggjarútbúgving. Fíggjarútbúgvingin er ein 2 ára long útbúgving, har næmingarnir útbúgva seg í lærugreinunum innan trygging og fígging. 
 
Í lærutíðini hava næmingarnir starvast í ymsu virkisøkjum okkara, sum eru privat, vinna, sjógv, bilfígging, eins og tey hava verið á deildum okkara kring landið.  
 
Allir seks avlærdu næmingarnir, hava fingið fast starv hjá Tryggingarfelagnum Føroyum, trý hava fingið starv í Havn og trý hava fingið starv á deildum okkara.