Seks milliónir innanborðs

Westward Ho kom mikukvøldið aftur úr Skotlandi, har hon seinastu trý árini er sett í stand fyri umleið seks milliónir krónur

Mikukvøldið kom Westward Ho á Havnina í fylgi við einum fittligum flota av smærri førum, sum høvdu verið í Nólsoyarfirði og tikið í móti henni.
Tað eru góð trý ár síðan Westward Ho, sum tá var í rættiliga ringum standi, varð sleipað til Fraserburgh í Skotlandi til umvælingar, sigur Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari í Havn. Hann er limur í nevndini fyri sluppina, sum Tórshavnar Kommuna eigur.
Umvælingin hevur verið rættiliga umfatandi, sigur hann. Skipið er tikið í botn og smíðað aftur av nýggjum at kalla, greiðir hann frá.
Alt er tikið innan úr skipinum. Nøkur bond eru skift og onkrir deksbjálkar eisini. Slíkir, sum spenna borð úr boðri at halda dekkinum uppi.
Síðan er alt innanborðs gjørt av nýggjum, so skipið í dag er fullkomuliga nýtt undir dekki.
Uppihaldsrúm, galla, maskinrúm. Alt, sum er, greiðir hanvarmeistarin frá.
Okkurt heilt smávegis sonevnt »finish« er eftir at gera. Okkurt penslastrok ella listi her og har. Men einki, sum hevur nakað upp á seg ella lítur skipið á nakra hátt.
Hendan stóra umvælingin hevur kostað einar seks milliónir krónur, sigur hann.
Tórshavnar Kommuna, sum eigur skipið, fer at brúka til almannagagnlig endamál, sum Jónsvein Lamhauge tekur til.
?Tað er ikki ætlanin, at Westward Ho skal fara at kappast við onnur skip av líknandi slag við eitt nú at gera fastar dagtúrar, sigur hann.
Hann sigur, at hóast tað ikki er nøkur avgerð sum so um tað, er ikki óhugsandi, at eitt nú skúlarnir í kommununi kanska kunnu brúka skipið í samband við sjóvinnuundirvísing ella tílíkt. Skipið er tókt, um so skuldi verið, sigur hann.
Men sjálvandi ber tað til at leiga skipið til serlig endamál, um onkur hevur brúk fyri tí, sigur Jónsvein Lamhauge.
Hann sigur, at skipið bar seg væl á ttúrinum úr skotlandi til Føroya. Alt riggaði, sum tað skuldi. Tó var lotið so mikið ímóti, at teir sigldu við motori, hóast seglini vóru uppi.