Seks mánaðir fyri skipaða hassjsølu

Ein 45 ára gamal maður varð í Føroya Rætti í gjár dømdur seks mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava tilrættislagt regluliga smugling og sølu av rúsevnum

Maðurin varð dømdur fyri tríggjar tilburðir. Í tveimum førum fyri at hava tosað eina unga kvinnu upp í lag at smugla 230 gramm av hassji til Føroya 19. mars 2011, og 10. mai at fingið somu kvinnu at smugla 281,76 gramm av hassj til Føroya.
Umframt hetta varð eftir húsarannsókn heima hjá manninum 16. mai hald lagt á 59 gramm av hassj og 30.000 krónur.
Ein tilburður var upprunaliga í ákæruritinum, men ákærin valdi at fráfalla henda tilburð, av tí at ákærdi maðurin ikki møtti í rættinum, men játtaði seg sekan og lat verja sín gjøgnumføra málið.
Kvinnan, sum er sálarliga veik, varð í Føroya Rætti stutt eftir handtøkuna dømd í fýra mánaðar fongsul fyri smuglingina, men teir tveir vórðu gjørdir treytaðir. Hetta komst av, at kvinnan hevði hjálpt løgregluni munandi í uppkláringararbeiðinum, og at hon bert hevði virkað sum kurerur.
Klokkan var farin nakað av ásettu tíðini, og ákæri og dómari vóru so smátt farin at tosa um, hvussu málið skuldi handfarast, tí ákærdi var ikki møttur. Men stutt eftir møtti tó verjin hjá ákærda.
Verjin greiddi frá, at hann hevði samskift við ákærda, sum nú býr í Danmark, haðani hann stavar, og ákærdi hevði givið verjanum heimild at føra málið sína vegna in absentia.

Roynt serskilt
Hetta skapti tó ein trupulleika fyri ákæran, tí vitnisfrágreiðing hansara vantaði, og ákærin kundi ikki tráðspyrja ákærda.
Umframt hetta, mátti ákærin eisini sleppa eina tilburðinum, sum 45 ára gamli maðurin stóð ákærdur fyri, nevniliga í samstarvi við føroyska hjálparmann sín at hava selt 200 gramm av hassji.
Eisini tá talan var um útmálda revsing skapti tað ein trupulleika hjá ákæranum, at ákærdi ikki var til staðar. Av juridiskum orsøkum førdi hetta við sær, at ákærin bert kundi krevja seks mánaðar fongsul. Og hon hevði annars ætlað sær at kravt strangari revsing, gjørdi hon greitt.
Føroyski samákærdi valdi av hesum orsøkum – í samráð við verja sín – at krevja sítt mál roynt serskilt, og tað varð honum játtað.
Hesin maðurin stóð ákærdur fyri at hava móttikið hassjið, sum unga kvinnan hevði smuglað, fyri síðani at selja tað víðari til føroyskar avtakarar.
Hann varð somuleiðis ákærdur fyri aðrar tilburðir, sum tó ikki vóru lisnir upp í rættinum tá tað vísti seg, at høvuðsákærdi ikki møtti. Hetta var undir øllum umstøðum tilburður, sum hesin ákærdi noktaði seg sekan í. Og av tí sama kundi málið móti honum ikki roynast saman við málinum móti 45 ára gamla manninum.

Dømdur áður
Málið móti ákærda dananum fór fram, uttan at ákærdi var til staðar, og tað førdi til, at ákæruvaldið mátti umskrivað ákæruna. Í tilburði I varð ákæran umskrivað, meðan ákæruvaldið sum nevnt fráfall tilburð II. Tilburðir III og IV vórðu tó varðveittir sum upprunaliga.
Av tí at ákærdi ikki var til staðar, varð tann parturin av rættarbókini frá grundlógaravhoyrinum lisin upp, ið var viðkomandi, og síðani var farið meira ella minni beinleiðis til proseduruna.
Ákærin vísti á, at ákærdi maðurin áður er dømdur fyri júst sama brotsverk. Hetta var í mai í 2002, tá hann varð dømdur í trý ára fongsul, umframt at hald varð lagt á 650.000 krónur. Hesin dómurin varð seinni staðfestur í Eystara Landsrætti, tó við teirri broyting, at hald varð lagt á 550.000 krónur í staðin fyri 650.000 krónur.
Ákærin vísti somuleiðis á, at 45 ára gamli maðurin útvegaði rúsevnini í Danmark, og síðani fekk hann lætt ávirkilig fólk – ung ella sálarliga veik – at smugla rúsevnini til Føroya, her hann hevur fólk at selja fyri seg.
Ákærin kravdi seks mánaðar fongsulsrevsing, og hóast verjin helt hetta vera alt ov nógv, gjørdi dómarin av at fylgja ákæranum.
45 ára gamli maðurin hevur nú 14 dagar at umhugsa eina møguliga kæru inn fyri Eystara Landsrætt í.