Bretland og fimm onnur lond lova at hjálpa til við at tryggja trygga farleið gjøgnum Hormuzsundið.
Tað skriva londini í felags yvirlýsing.
– Vit vísa okkara vilja til at stuðla hóskandi átøkum fyri at tryggja trygga farleið gjøgnum sundið, skriva tey.
Umframt Bretland eru londini handan fráboðanina Frakland, Týskland, Italia, Holland og Japan.
Tað er ikki greitt, hvussu londini fara at hjálpa til við at tryggja farleiðina meira nágreiniliga.
Í fráboðanini fordøma londini iransku álopini á óvápnað skip í Hormuzsundinum, de facto stongsulin av sundinum og álop á sivilt undirstøðukervi, eitt nú olju- og gass-støðir.
Teir rósa eisini avgerðini hjá altjóða orkustovninum, IEA, um at lata tilsamans 400 milliónir tunnur av olju út úr oljugoymslunum hjá limalondunum.
Veitingin av oljuni er gjørd fyri at kompensera nakað av oljuni, sum ikki sleppur gjøgnum Hormuzsundið, sum skilir Iran frá Arabisku hálvoynni og hevur týdning fyri oljuflutningin úr Miðeystri.
Sundið hevur í roynd og veru verið stongt fyri skipaferðslu, eftir at kríggið millum Iran øðrumegin og Ísrael og USA hinumegin brast á 28. februar, og eftir at kollveltingarhirðin í Iran tók valdið á sundinum.
Tey seks londini greiða nærri frá í felags yvirlýsingini, at londini fara at taka "onnur stig" til at stabilisera orkumarknaðirnar.
Tey fara millum annað at samstarva við ávís "framleiðandi lond" um at økja um framleiðsluna. Í fráboðanini verður ikki greitt nærri frá, hvørji lond talan er um.
/Ritzau/











