- Øll línuskipini eru til fiskiskap. Seks eru í íslendskum sjógvi, trý sum frysta og trý sum ísa fiskin. Tey fáa mest av hýsu, toski og longu.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at restin av línuflotanum fiskar undir Føroyum, og her fáa tey mest av toski og hýsu.
- Onkur er á djúpum vatni og fær mest av longu og brosmu. Eitt ella tvey línuskip landa mánadagin, og so koma fleiri inn seinni í vikuni.
Um útlitini til útróður, verður sagt, at streymurin verður hampiligur fyrst í vikuni, sum kemur, men harðnar út á vikuna.
- Veðrið verður hampiligt fyrra partin av vikuni, men sambært veðurforsagnunum verður vindur seinni.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey tí nakað av útróðri teir fyrstu dagarnar í vikuni sum kemur.