Seks lið í Sunset

Eitt uppskot á aðalfundinum hjá HSF var um at víðka talið av liðum í Sunset-deildini upp í sjey lið. VÍF, sum flutti niður eftir nú lidna kappingarárið, stóð handan uppskotið, sum tó varð felt. Tá HSF í fjør umskipaði kappingina enn einaferð, varð avgerð samstundis tikin um, at verandi leisturin skuldi standa sína roynd í í minsta lagi trý ár. Og hesa avgerð helt aðalfundurin altso fast um.