Politikkur
Býtingin av landsstýrissessum gjørdist munandi skeivari enn valúrslitið. Heili seks av átta búgva í høvuðsstaðnum, og tilsamans sjey í Streymoynni. Øll fýra tjóðveldisumboðini búgva í høvuðsstaðnum.
Bert landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen úr Miðflokkinum, býr uttanfyri Streymoynna – í Klaksvík. Og bert ein annar býr uttanfyri høvuðsstaðin. Tað er landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, sum er búsitandi í Vestmanna. Hini bæði javnaðarumboðini, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Helena Dam á Neystabø, løgmálaráðharri, búgva í Havn.
Trý av fýra tjóðveldisumboðum, Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen og Kristina Háfoss, búgva í Hoyvík, meðan Torbjørn Jacobsen býr í Havn.
- Longu í sambandi við uppstillingina, sóu vit, at valfeløgini fóru at missa vald. Valið av nýggjum landsstýri er eitt framhald av hesi gongdini, sigur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur.
Spurdur um hvat hann heldur um hesa gongdina, sigur Jógvan Mørkøre.
- Ein partur av demokratinum er, at lóggevandi valdið er ein spegilsmynd av fólkinum. Aldur, kyn, samfelagsliga og landafrøðiliga, so sæð út frá hesum, er útjaðarin fyri stórum vanbýti í valinum av landsstýri, sigur Jógvan Mørkøre.
Hann vísir eisini á, at fimm av átta landsstýrisfólkum eru akademikarar, og øll uttan ein fyri í stóran mun hava havt starv innan tað almenna.
- Tað verður ikki longur lurtað eftir valfeløgunum, tá landsstýrisfólk skulu setast. Fyrr royndi hvør einstakur av teimum stóru flokkunum at hava eina geografiska javnvág, men tað er púrasta slept nú, sigur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur.