Tilsamans seks skip hava landað í Saltangará hesa vikuna, og væntandi er, at seks skip aftrat koma inn at landa mánadagin og týsdagin. Mánadagin landaðu Polarhav og Stjørnan 360.000 pund av gulllaksi, og týsdagin vóru Stekur og Bakur inni við 370.000 pundum av upsa.
Í gjár vóru Jaspis og Ametyst eisini inni við 240.000 pundum av upsa.
Á landingarmiðstøðini Kongshavn vænta tey, at Polarhav og Stjørnan koma aftur av gulllaksatúri mánadagin.
Væntandi er eisini, at Heykur, Falkur, Rókur og Lerkur koma inn at landa mánadagin ella týsdagin.










