Tey størru línuskipini, sum hava landað á Toftum í dag, hava havt millum 60.000 og 135.000 pund í part. Í dag landa tilsamans seks línuskip á Toftum. Skipini eru Eystnes, Vesturhavið, Hoyvíkingur, Váðasteinur, Morgunstjørnan og Fiskivarði.
Fiskivarði, sum er ein minni línubátur, hevur umleið 12.000 pund, meðan veiðan hjá teimum størru línuskipunum liggur millum 60.000 og 135.000 pund.
Harry Benjaminsen á Landingarmiðstøð Føroya á Toftum sigur, at Vesturhavið, sum hevur 135.000 pund, hevur størstu lastina.
Hann vísir á, at nøkur skip hava mest longu og brosmu, meðan onnur hava meiri av toski og hýsu.
Væntandi kemur línuskipið Sigmundur inn at landa mikudagin og línuskipið Kambur, sum roynir við Rock All, kemur eisini inn til páskirnar, men fer at landa eftir páskir.
Línuskipið Mascot, sum setti sína last til sølu fríggjadagin, fekk ikki tann prís, sum skipið ynskti og fór niður á bretska marknaðin við veiðini, sum í stóran mun var hýsa.











