Eirikur Lindenskov og Jens K. VAng
Ein riðil av fólki úr flest øllum stættum í samfelagnum - úr bygd og bý - og við ikki færri enn seks fyrrverandi løgmonnum á odda - hevði leitað sær út á Argir til hesa heldur sjáldsomu móttøku. Føroysk blaðtekning er lutvíst so nýggj, at hetta man vera fyrstu ferð, at tað er gjørt so nógv burtur úr nettupp einum blaðteknara.
Meðan tónleikurin frá Finn Hansen ljómaði um alt blaðhúsið stóðu fólk í bíðirøð fyri at taka í hondina á listamanninum og ynskja honum tillukku.
Og eftir at fyrst Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri hevði bjóðað vælkomin og greitt frá søguni um, hvussu Óli P gjørdist fastur blaðteknari á Sosialinum og stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, harnæst hevði sagt nøkur fyrndarorð um Óla P og tekningar hansara, varð tann stóra framsýningin við 1600 tekningum latin upp. Hon er hongd upp í flestu av hølunum í blaðhúsunum, har hon kemur at hanga í allan desember mánað.
Vit prentaðu í leygardagsblaðnum røðuna, sum Jørn Astrup Hansen helt, tá hann gav Óla Petersen sømdargávu.
Byrjaði í 1984
Vit prenta her brot úr tí, sum blaðstjórin Jan Müller segði, tá hann greiddi frá, hvussu samstarvið varð íkomið millum blað og teknara.
-Eg vil fyrst vegna blaðið og øll tey her arbeiða takka fyri, at tit vildu møta so fjølment til hesa móttøku fyri Óla Petersen, sum í ár hevur verið fastur blaðteknari á baksíðuni í Sosialinum í 10 ár. Eg fari eisini at ynskja Óla og Súsonnu vælkomnum í húsið.
Nú er tað so, at Óli er ikki fastur fúsur her í húsinum, sum mong tykkara kanska ikki vita, hann býr jú á Skála, har fær hann frið og stundir til at gera allar sínar tekningar. Tær verða faksaðar til okkara men nú sendar um internetið.
Vit á blaðnum hildu tað vera rætt at hátíðarhalda hetta høvið, nú Óli í so mong ár nærum hevur verið einsamallur blaðteknari í Føroyum. Tað sigur heldur ikki so lítið, at hann hesi 10 árini hevur gjørt fleiri enn 1600 tekningar.
Og sum tit síggja á vegginum hava vit í sambandi við dagin í dag lagt litir á og vaksið upp 10 av tekningum hansara, soleiðis at tær meira líkjast listarligum plakatum. Tær 9 hava verið í blaðnum og bókunum áður, meðan tann tíggjunda er spildurnýggj - ja Óli hevur teknað hana til dagin í dag, har vit vónaðu at hava allar seks løgmenninar, sum hava stýrt Føroyum í 80 og 90 unum, meðan Óli hevur teknað leyst og fast tilknýttur blaðið. Hesa seinastu tekningina hevur Óli sjálvt valt at kalla "Teir bowla við Óla".
Fyrst annað beinið,
so hitt...
Blaðstjórin greiddi síðani frá, hvussu Óli Petersen fekk fyrst annað beinið og síðani hitt við inn í føroyska blaðheimin.
Hann segði: -Hetta byrjaði ikki fyri 10 árum síðani sum vit her hava lagt upp til - tað byrjaði í veruleikanum fyri góðum 15 árum síðani. Vit høvdu flutt frá Sigmundargøtu út á Argir í nýtt blaðhús og vildu eisini hava eitt nýtt og betri blað. Tórfinn Smith og undirritaðu fóru til Danmarkar at leggja nýggju strategiina til rættis. Har hildu vit okkum fáa betri frið. Eisini hittu vit har prentaran, Jarleiv Hilduberg, sum so trúfastur hevur prentað blaðið síðani og ger tað enn. Hann skuldi vera skiparin á nýggju prentsmiðjuni. Tosað varð eisini við onnur fakfólk í Danmark, og her kom so m.a. hugskotið; hví ikki eisini ein blaðteknara á blaðnum. Nú hevði Sosialurin sum fyrsta føroyska ávísin sett ein professionellan fotograf, tað var Kalmar Lindenskov, so hví ikki eisini føla seg fram til, um tað ikki eisini var rætt at vera fyrstu við einum blaðteknara!
Tórfinn og Jan tosaðu saman og komu eftir, at har fanst ein góður teknari, sum tá bert teknaði í síni frítíð. Hann at Óli Petersen. Teir settu seg í samband við Óla, sum tá arbeiddi á Skála og áfast varð. Fyrstu tekningar hansara vóru í sambandi við sølufremjandi endamál og gjørdi hann tekningina "Hin politiski dunnuhylurin". Hon var eitt puslispæl, sum lesararnir skuldu seta saman, og drigið varð so til jóla í 1984 millum teir, sum høvdu sett stykkini rætt saman. Soleiðis byrjaði tað í tí smáa.
- Í 1988 var Óli í sjónvarpinum og segði frá eini føroyskari teknirøð hann hevði gjørt. Stavnur og Snar at hon. Hann endaði við at bjóða bløðunum hana, um tey skoyttu um. Og tað gjørdu vit. Tað var sjálvandi ikki bara sum at siga tað. Hvussu kundi tú sannføra nevnd og ovastu leiðslu um, at tað var skilagott at brúka fitt av peningi uppá at prenta eina teknirøð, um somu tíð sum tú skuldi gera íløgur í nýggjan teknikk og skrivandi fólk!
Vit fóru tá rætt og slætt út til fólk vit kendu og bóðu tey um at verða donorar við eini minni upphædd um mánaðin, og soleiðis varð ein partur av hesi teknirøðini fíggjaður.
Aftrat hesum varð so gjørd ein avtala um, at Óli eisini skuldi gera nakrar tekningar til baksíðuna á blaðnum hvør viku. Henda nýroynd eydnaðist so mikið væl, at úrslitið í dag er tað, at Óli hevur teknað ikki færri enn 1600 tekningar til blaðið.
Óli kann tekna so leingi honum lystir
Jan Müller segði at enda, at honum nýttist ikki at fortelja nøkrum, sum var komin til móttøkuna, hvønn týdning tekningarnar hjá Óla hava.
- Tað vita tit nógv betur, men eg kann siga somikið, at vit øll á blaðnum eru ótrúliga fegin um, at Óli hevur verið við til at fylla so nógv í blaðnum, og vit vóna, at hann hevur bæði heilsu og áhuga til at halda fram.
At vit gera so nógv burtur úr Ól P og list hansara her í blaðhúsinum í dag er nettupp fyri at vísa okkara stóru virðing fyri ikki bert hansara arbeiði men eisini fyri honum persóni og sum einum framúr góðum og trúføstu starvsfelaga. Tú skal vera vælkomin her á blaðnum so leingi tú orkar.
Blaðstjórin gav eftir hetta orðið til stjóran í Føroyum Banka, men segði fyrst:
-Ein av teimum, sum seinnu árini oftani hevur staðið fyri skotum í tekningunum hjá Óla P - oftari enn hann hevur bríggjað seg um ivist eg ikki í, hevur biðið um orðið í dag fyri at geva Óla svar uppá tiltalu. Eg gevi orðið til Jørn Astrup Hansen, stjóra í Føroya Banka.
6 løgmenn við
Eftir røðuna hjá Jørn Astrup og handanina av sømdargávuni til Óla gjørdi blaðstjórin vart við, at tað vóru seks serliga forvitnisligir persónir við til móttøkuna - persónar, sum nettupp í 80-unum og 90-unum, tá Óli hevði teknað fyri Sosialin høvdu havt lyklastøður í samfelagnum. Hesir persónar vóru eingir minni enn teir fimm fyrrverandi løgmenninir, Pauli Ellefsen, Atli Dam, Jógvan Sundstein, Marita Petersen og Edmund Joensen og núverandi løgmaður Anfinn Kallsberg segði blaðstjóri og lýsti annars framsýningina at verða latna upp.