– Í gjár var ein tilburður staðfestur á skúlanum. Vit heittu tí á allar næmingarnar í flokkinum um at lata seg kanna, og higartil havi eg fingið boð um tilsamans seks tilburðir í sama 9. flokki.
Tað sigur Høgni Joensen, skúlastjóri á skúlanum við Løgmannnabreyt.
Harumframt hevur eitt starvsfólk í frítíðarskúlanum fingið staðfest koronu, men helst er einki samband millum hesar tilburðir. Her hava foreldur fingið boð frá frítíðarskúlanum um, at øll børn í 1.,2. og 3. flokki skulu lata seg kanna sum skjótast.
– Men eg havi einki frætt frá teimum um, at nakar er smittaður, sigur Høgni Joensen.
Avgerð er nú tikin um, at allur flokkurin, har smittan er staðfest, skal í sóttarhald.
– Vit eru í samband við koronuráðgevingina um, hvussu vit gera, og vit fara at tosa saman seinni í dag og koma við einum felags skrivi seinni, sigur Høgni Joensen.
– Men sum tað fyrsta fara vit undirvísa hesum flokkinum við Teams, eins og vit gjørdu í fjør, sigur hann.
Á heimasíðu skúlans heitir skúlaleiðslan inniliga heita á allar næmingar, øll foreldur og onnur avvarðandi at vera serliga varin komandi vikuna.
– Um næmingur hevur sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, verður hon/hann biðin um at vera heima og lata seg kanna, skrivar skúlin á heimasíðuni.