Fótbólts ferðslan úr Klaksvík og til Fuglafirðar heldur fram. Nú hevur enn ein klaksvíkingur skrivað sátmála við ÍF. Um allir klaksvíkingarnir, sum spældu við ÍF í fjør, fara at halda fram, so verða tað seks í Fløtugerði næsta ár, ið eru uppvaksnir í Klaksvík og KÍ.
Í kvøld skrivar ÍF soleiðis á heimasíðu síni:
Síðan ársveitsluna, tá Fritleif í Lambanum bleiv avdúkaður sum styrkur til komandi ár, hevur mest verið at frætt um at leikarar og venjaran, sum hava longt um samstarvið við ÍF.
Í kvøld er so sáttmáli skrivaður við Niels Paula Bjartalíð Danielsen, sum kemur til okkum úr barndómsfelagnum og silvurvinnarunum KÍ. Niels Pauli, sum verður 28 ár í januar, er ein royndur maður í føroyskum fótbólti, har hann hevur leikt 139 dystir í fremstu deildini.
Gjøgnumbrotið í fremstu deildini var í EB/Streymi, har hann spældi frá 2011-2015, áðrenn hann í fjør fór heim til KÍ.
Niels Pauli kann røkja øll pláss á miðvøllinum, umframt at hann eisini hevur royndir sum áleypari.
Sáttmálin millum okkum og Niels Paula er galdandi fyri kappingarárið 2017, skrivar ÍF heimasíðan.
Í fjør vóru fimm klaksvíkingar í Fløtugerði: Jákup Mikkelsen, venjarin, miðverjarnir Poul Nolsøe Mikkelsen og John Daniel Guðjónsson, vongverjin Gunnar Christiansen og miðvallarin Kristoffur Jakobsen.
ÍF og Jákup Mikkelsen hava skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at Jákup aftur í 2017 verður ÍF venjari. ÍF hevur eisini skrivað sáttmála við Gunnar Christiansen og Kristoffur Jakobsen.