Í dag fer landsliðið í amboðsfimleiki til Íslandi at luttaka til norðurlendska meistaraskapinum í amboðsfimleiki fyri juniorar og seniorar.
Fimleikararnir eru Lív B Árting, Elsbet Dalbø, Marita Mortensen, Bogi Berg, Aron Jacobsen og Rani A. Dalsgarð.
Fimleikarar, sum luttaka í kappingini, eru millum bestu fimleikararnir úr norðurlondum, og verður talan um eina veruliga avbjóðing hjá føroysku íðkarunum.
Við í ferðalagnum eru eisini tríggir dómarar, ið skulu døma til kappingina, og venjari hjá dreinginum Alek Ramezanpour og hjá gentunum Sara Khosravi.










