Løgreglan í Íslandi hevur gjørt av at reisa ákæru ímóti seks monnum í sambandi við málið, tá roynt varð at smugla 60 kilo av amfetamini við báti úr Noregi til Íslands Smuglingin bleiv avdúkað, áðrenn stuttleikabáturin kom til Íslands, og tá hann legði at á Fáskrúðsfirði tann 20. septembur, stóð løgreglan fyri honum. Á vegnum til Íslands lá báturin við Gomlurætt, og hann bunkraði olju í Vestmanna, áðrenn hann helt leiðina fram.
Fimm menn vórðu tiknir í sambandi við málið, og tann sætti varð tikin í sambandi við eitt annað mál.
Ein av monnunum, ein íslendskur ríkisborgari, varð tikin í Føroyum, og hann hevur sitið í varðhaldi her síðani.