Listin hjá Eysturoyar Javnaðarfelag er nú klárur. Harvið hava øll lokalfeløgini hjá Javnaðarflokkinum kunngjørt teirra valevnir til valið 01. september.
Á listanum eru fimm menn og ein kvinna, harav tvey teirra stilla upp fyri fyrstu ferð. Kendasta navnið á listanum er borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Artur Johansen.
Tey uppstillaðu eru:
Signar Nielsen. 30 ára gamal úr Saltangará, ið lesur KT-verkfrøði á Fróðskaparsetrinum.
Álvur Jøkladal. 38 ára gamal, býr í Saltangará og er útbúgvin maskinmeistari.
Petur Páll Mikkelsen er 52 ára gamal, býr í Syðrugøtu og er útbúgvin lærari.
Sigga Óladóttir Joensen er 35 ára gomul, býr í Fuglafirði og er útbúgvin pedagogur.
Artur Johansen er 46 ára gamal, býr á Strondum og hevur seinastu árini verið borgarstjóri í Sjóvar kommunu.
Wenzel Olsen er 35 ára gamal, býr í Saltangará og starvast hjá entrepinørfyritøkuni RTS.