Seks gyltir minuttir

Eitt illa umhugsað time out og ein býtt útvísting kostaði VB dýrt, tá Stjørnan leygarkvøldið vann fyrru hálvfinaluna í steypakappingini 25-20.

Í 54 minuttir var einasti munurin á Stjørnuni og VB, at Stjørnan spældi í reyðum og VB í hvítum. Men seinastu seks minuttirnar steðgaði VB upp, meðan Stjørnan fekk fimm mál, sum eisini bleiv munurin á liðnum.
Serliga vóru tað tvær støður, sum skuldu vísa seg at verða avgerandi, tá samanumkom. Í hesum seinastu seks minuttinum var VB á veg í skjótálop. Stjørnan hevði ikki verjuna upp á pláss, umframt at ein spælari hjá Stjørnuni lá í feltinum hjá VB. Gurið Mortensen og Helga Eyðunsdóttir vóru at kalla púra leysar, tá venjarin hjá VB valdi at taka time out.
Tað sást sjónliga á spælarunum hjá VB, at tær vóru ónøgdar við avgerðina hjá venjaranum, tí hann tók so at siga ein upplagdan mál møguleika frá teimum. Helst hevur hann eisini iðra seg um støðuna sjálvur.
Hin støðan, sum eisini fekk avgerandi týdning, var avgerðin hjá VB spælara at halda so mikið fast í Duritu Christophersen tá hon var leys móti málinum, at Stjørnan fekk brotkast og VB eina útvísing. Tá manglaðu tveir minuttir, og Stjørnan fekk tvey mál afturat hesa løtuna.
«Vit blakaðu alt burtur. Vit klára ikki at halda høvdið kalt seinastu løtuna, segði ein vónbrotin Gurið Mortensen eftir dystin. Hon kom persónliga væl frá dystinum við átta málum.

Javnt í 54 minuttir

Tað var næstan ongin munur á liðnum í 54 minuttir. Fyri uttan í fyrsta minutti, tá Stjørnan var á odda 2-0, og stutt fyri hálvleik tá VB var á odda 11-9, so var munurin ongantíð meiri enn tað eina málið.
Fyri Stjørnuna gingu Ema Bezanovic og Simona Petersen á odda við málskjútingini. Ema fekk átta mál, meðan Simona fekk fimm. Eisini Lovisa Lassen fekk nøkur góð mál.
Málverjarnir í báðum endunum spældu eisini væl. Norska Elisabeth Bergvin stóð ein góðan dyst í málinum hjá Stjørnuni, meðan Guðrun í Lágabø og Beinta L. Gudmundsson skiftust um at spæla væl í málinum hjá VB.
Afturgangandi fyri dystin var, at Stjørnan skifti meiri út enn VB. Hetta kann hava verið til, at VB spælararnir hava verið troyttari í avgerandi løtuni móti endnaum, og tí ikki megnaðu at hanga í seinastu seks minutirnar.

Lendi stutt fyri dystarbyrjan

Durita Christophersen, sum hevði verið í Danmark í lestrarørindum, lendi í Vágum stutt fyri dystarbyrjan, og var ikki í Klaksvík fyrr enn ein hálvan tíma áðrenn dysturin byrjaði. Hon sat í dystarklæðum í flúgvarinum, men tað ávirkaði ikki Duritu, at hon júst hevði flogið undan dystinum.
«Eg fekk ein hálvan tíma at hita upp í, so tað var alt sum tað skuldi verða, segði ein fegin Durita Christophersen eftir dystin.
Hon vil tó einki taka fyri givið undan seinnu hálvfinaluni, sum verður í Vági leygardagin. Hon vísur á, at VB eru sterkar á heimavølli og at Stjørnan skal verða upp á sítt besta um tær skulu koma í finaluna.
«Vit mugu bara kempa víðari og eg vóni at vit klára tað har suðri, segði Gurið Mortensen, sum ikki hevur uppgivið at standa í steypafinaluni.

Steypakapping kvinnur: Fyrra hávfinala
Stjørnan – VB 25-20 (13-13)
Stjørnan: Ema Bezanovic 8, Simona Petersen 5, Lovisa Lassen 4, Ella Petersen 2, Durita Christophersen 2, Durita Thomsen 1, Bára S. Klakstein 1
VB: Gurið Mortensen 8, Rannva Johannesen 4, Tamara Radic 3, Laila Jespersen 2, Helga Eyðunsdóttir 1, Marijana Trvojevic 1, Christina Holm 1