Seks av teimum, sum vóru í einum báti, sum holvdist á Præstø-fjørðinum í Danmark í gjár, eru framvegis í lívsvanda.
Fimm eru á Ríkissjúkrahúsinum og liggja við hjarta- og lungnamaskinu, sum skal fáa likamshitan hjá teimum upp á 33 stig. Seinni í dag fara læknarnir so at taka blóðroyndir av teimum fyri at vita, hvussu støða teirra er. Eitt fólk, sum er á Skejby-sjúkrahúsinum, er eisini í lívsvanda.
14 av teimum 15, sum vóru í bátinum, vórðu bjargað, men ein 44 ára gamal lærari er ikki komin afturíaftur. Løgreglan sigur, at øll tey bjargaðu eru løgd inn á sjúkrahús ymsastaðni í landinum.
Bjargingarlið leita framvegis á sjónum og í fjøruni eftir tí 44 ára gamla læraranum, sum ikki er afturfunnin.