Hóast tað enn resta nøkur umfør, áðrenn enska Premier League er av, er ársins lið longu úttikið. Hesa ferð við seks spælarunum frá Manchester United millum teir 11 bestu. Í eini offensivari 4-3-3 er liðið sett, og hóast tað neyvan verður veruleiki, so er eingin ivi um, at nógvir venjarar fegnir vildu kunnu sett hetta liðið: Edwin Van der Sar - Glen Johnson, Rio Ferdinand, Nemanja Vidic, Patrice Evra - Ashley Young, Steven Gerrard, Ryan Giggs - Cristiano Ronaldo, Nicolas Anelka, Fernando Torres