Seks fráboðanir um stormskaðar

Løgreglan í Havn sigur, at hon hevur fingið seks fráboðanir um stormskaðar síðani klokkan hálvgum sjey í morgun.

 

Tvær fráboðanir eru komnar úr Klaksvík og ein úr Norðdepli, meðan tvær aðrar eru komnar úr Hvalba og ein av Sandoynni. Fyribils er miðøkið ikki líka hart rakt sum norðanfyri og sunnanfyri.

 

Úr Klaksvík varð boðað frá, at fasadan á einum húsum varð loysnað, meðan aðrastaðni varð onkur takpláta loysnað. 

 

Í Hvalba var talan um eina hurð, sum feyk millum hús.

 

Sløkkilið og bjargingarfeløg eru til reiðar og eru farin út at taka sær av leysu lutunum. 

 

Vakthavandi heitir á fólk um at rudda upp og ikki hava leysar lutir liggjandi. Fyribils er tó ikki so, at rátt verður fólkum frá at ferðast millum bygdir.