Seks fólk lótu lív í russiskum dronuálopi

- Íbúðarbygningurin fór í knús, og tey deyðu vórðu funnin í leivdunum, siga lokalir myndugleikar í Ukraina

Hósnáttina leyp Russland á Ukraina við tilsamans 81 dronum.

 

Ein íbúðarbygningur í býnum Sumy varð raktur og seks fólk, sum vóru inni í bygninginum, lótu lív.

 

- Íbúðarbygningurin fór í knús, og tey deyðu vórðu funnin í leivdunum, siga lokalir myndugleikar í Ukraina.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur.

 

Lagt verður aftrat, at umframt tey deyðu, vórðu níggju onnur særd í russiska álopinum, harímillum eitt barn.

 

Býurin Sumy liggur nær russiska markinum, og býurin er javnan álopin av russum í krígnum.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at umleið 255.000 fólk búðu í Sumy fyri russisku innrásina í februar 2022.