Seks fingið prógv sum kavarar

"Í vikuskiftinum ið fór, fingu 6 næmingar prógv sum kavarar (OWD) frá
kavaraskúlanum Faroe Dive í Klaksvík. Næmingarnir hava staðið royndir í
kavara-ástøði, kaving í svimjihøll og ikki minst kaving í sjónum.
Næmingarnir hava verið sera væl nøgdir og fleiri teirra fara at útbúgva
seg enn meira innan kaving."

Teir eru: Arnold A. Hansen (Saltnes), Ruben Skorá (Kaldbak), Dan Hellisdal (Tórshavn),
Magni Skaale (Tórshavn), Leif á Bøgarði (Kaldbak), Mortan Johannesen (Kaldbak), Fimmbogi M. Poulsen, Kavaraleiðari (Hvannasund), og Janus Joensen, kavarainstruktør (Klaksvík).