Seks finalur bíða KÍ og 07 Vestur

Toppliðið HB vann, og Víkingur, NSÍ og B68, sum hava verið tey næstu í røðini, taptu. Tað eru átjan stig eftir at spæla um, og tí er rættuliga sannlíkt, at HB fer at vinna FM heitið longu fyrst í september mánað.

Eftir at tað leingi hevur ikki sæð nakað serligt út, hevur EB/Streymur við 4-0 sigri á B68 togað seg fram á silvurplássið.

Víkingur, NSÍ og B68 hava eftir góða gongd í nógvar vikur mist pippið.

Í kvøld hevur AB vunnið 4-2 á heimavølli ímóti ÍF. Tað ber við sær, at AB er tólv stig frá niðurflytingarhóttanini, sum harvið ikki er nøkur hóttan!

Í botninum lagaði tað seg soleiðis, at støðan hjá klaksvíkingum er uppaftur torførari. Ein stór fjøld av klaksvíkingum vóru í Gundadali eygnavitni til ógvuliga ússaligt KÍ avrik. 3-0 til B36 ber við sær, at KÍ er fýra stig frá 8. plássi, og at tað eru seks stig fram til ÍF.

Bæði 07 Vestur og KÍ skulu spæla seks finalur í royndini at halda tørn um plássið í bestu deildini. Tann fyrsta hjá KÍ verður sunnudagin á heimavølli ímóti AB. Sama dag fer 07 Vestur at fáa vitjan av B36.

 

 

Víkingur-07 Vestur 2-3 (0-2)

0-1: Tamba 2.

0-2: Tamba 44.

0-3: Jón Nielsen 55.

1-3: Andreas Lava Olsen 70.

2-3: Andreas Lava Olsen 73.

 

NSÍ-HB 0-2 (0-1)

0-1: Milan Kuljic 38.

0-2: Hans á Lag 49.

 

EB/Streymur-B68 4-0 (3-0)

1-0: Arnbjørn Hansen 3.

2-0: Arnbjørn Hansen 26.

3-0: Hans Pauli Samuelsen 39.

4-0: Sorin Anghel 49.

 

B36-KÍ 3-0 (1-0)

1-0: Jákup á Borg 18.

2-0: Róaldur Jacobsen 62.

3-0: Bergur Midjord 90.

Reytt kort: Oddmar á Lakjuni, KÍ (2 gul) 90.

 

AB-ÍF 4-2 (1-1)

1-0: Nikolai Eriksen 17.

1-1: Nenad Saric 29.

2-1: Nikolai Eriksen 50.

3-1: Morten Overgaard 60.

4-1: Stig-Roar Søbstad 68.

4-2: Balas Sinko br 88.

 

Støðan eftir 21 umfør

HB 47

EB/Streymur 34

NSÍ 34

Víkingur 34

B68 33

AB 29

ÍF 23

B36 21

KÍ 17

07 Vestur 15

 

Útsettur dystur mikudagin 26. august

B36-EB/Streymur

 

22. umfar

30. august

HB-Víkingur

KÍ-AB

07 Vestur-B36

B68-ÍF

31. august

EB/Streymur-NSÍ