Á yvirlitinum hjá Tórshavnar Havn sæst, at tilsamans 43 ferðamannaskip boðaðu frá, at tey komu til Havnar í summar. Av hesum hava 36 verið her, meðan okkurt skip hevur avlýst.
Enn eru seks ferðamannskip eftir, sum hava boðað frá vitjan. Næsta skipið sum kemur verður Van Gogh, sum kemur sunnudagin 26. august og seinasta skipið verður Black Watch, sum kemur á Havnina mikudagin 26. september.










