Seks ferðafólk deyð í Alpunum

Seks russisk ferðafólk doyu, og tvey fingu skaða í einari kavaskutaravanlukku í teimum italsku alpunum í gjárkvøldið. Vanlukkan hendi einar 2.000 metrar uppi á fjallinum Cermis.

Teir italsku myndugleikarnir siga, at maðurin, sum koyrdi kavaskutaran, misti tamarhaldið á honum við tí úrsliti, at ferðafólkini duttu av skutaranum og einar 100 metrar oman líðina. Italska tíðindastovan Ansa skrivar, at fýra menn og tvær kvinnur doyðu, og at tey bæði, sum fingu skaða, vórðu flutt á sjúkrahús og løgd undir skurð beinanvegin.

Hetta er ikki tann fyrsta vanlukkan á Cermis-fjallinum. Í 1976 kravdi ein vanlukka við einum rennistrongi 43 mannalív, og í 1998 doyðu 20 fólk, tá eitt amerikanskt hernaðarflogfar bar við ein ferðafólkarennistrong, so hann datt niður.