Luttakaratalið setur met í ár, nú omanfyri 300 telvarar sessast við talvborðini.
Sermerkt og ikki minst áhugavert og spennandi er tað, at kappingin er mannað við telvarum úr heimselituni, royndum telvarum, ungum talentum og nýbyrjarum. Og fleiri kappingar eru í kappingini soleiðis, at kappast verður í bólkum, alt eftir styrkitali.
Føroyingar hava í mong ár av álvara tikið kappingina til sín, tí her er veruliga eitt gylt høvi at luttaka í sera væl fyriskipaðari kapping uttanlands til frama fyri framhaldandi menningina.
Í ár luttaka 6 telvarar úr Føroyum. Meðan Suni Jacobsen, Herluf Hansen og Sigurd Justinussen hava nógv ár á baki í talvhøpi og havi staðið seg væl í heimligum kappingum, luttekur unglingaføroyameistarin 2009, Heiðrikur T. Jacobsen á fyrsta sinni í kappingini, saman við sterkasta kvinnu-umboði Føroya, Herborg Hansen, sum hevur staðið seg sera væl í NM høpi og spennandi unglinginum úr Sundalagnum, Vagni Dam.
Áhugaverd umboðan, har væntast kann, at hesi standa seg væl í teirra styrkibólkum og í kappingini sum heild komandi vikuna.
Fylgið kappingini á www.faroechess.com










