? Hetta eru burtur av rutinerað fólk, sum verða heiðrað fyir 25 og 30 ára starvsdag, og teimum hevur tú altíð brúk fyri, sigur stjórin á Fiskavirking í Miðvági, sum nýtir høvi at takka hesum fólkum fyri drúgvu starvstíðina og trúgvu tænastuna
Miðvágur: Í samrøðu við Meinhard Jacobsen, stjóra í Føroya Fiskavirking, spurdu vit meira av tilvild, hvussu fólk støðast í fiskaframleiðsluni í dag, nú arbeiði á virkjunum kring landið hevur verið rættiliga støðugt. Hann letur rímiliga væl at, men heldur, at tað er ikki fyrr enn arbeiði er minni støðugt, at tú fært røttu myndina av, hvussu fólk støðast.
Tað er tó ikki so sjáldan, tú hoyrir tey yngru siga, at flakavirki er einki verandi stað fyri tey. Og tað man eisini vísa seg, at tað meira eru tey ungu, sum koma og fara. Nøkur steðga í fiskaframleiðsluni, áðrenn tey søkja sær útbúgving ella finna sær okkurt annað, ið tey halda vera betri og meira áhugavert. Men tað eru so sanniliga eisini tey, sum støðast og gerast ?gomul? á flakavirkjunum kring landið, bæði tá ið tað gekk væl, og tá ið tað gekk minni væl.
Seks 30 og 25 ára starvsdagar
Fríggjadagin kl. 15.00 skipar Fiskavirking í Miðvági fyri hugnaløtu í samband við, at seks fólk á virkinum hava verið til arbeiðis har í samfull 25 og 30 ár, trý í 25 ár og trý í 30 ár!
Albert Ellefsen, stjóri á virkinum, sigur, at tey hefta seg ikki so nógv við sjálvan starvsdagin hjá hvørjum einstøkum, men plaga at skipa fyri slíkum løtum fyri jól, og soleiðis er eisini hesaferð.
Tey trý, sum hava 30 ára starvsdag, eru Helgi Hansen (63), Miðvágur. Hann er maskinmeistari á virknum, Andreas Johannesen (68), Miðvágur. Hann hevur áður verið flakaformaður, men tekur sær serliga av pakningi og øðrum fyrifallandi. Síðan er tað Jona Samuelsen (64), Sandavágur. Hon fæst mest við at pakka, men í løtuni ?fóðrar? hon bandfrystaran á virkinum. Øll hesi hava nú starvast á flakavirkinum í Miðvági í 30 ár.
Tey, sum hava verið í starvi í 25 ár, eru brøðurnir, Kári (44) og Egin (41) á Presttrøðni, báðir miðvingar; tann fyrri hevur verið arbeiðsformaður seinastu 5 árini, meðan hin arbeiðir í slógnum. At enda er tað Nicolina Haraldsen (45), Miðvágur. Hon arbeiðir í góðskueftirlitinum á virkinum.
Gávu og blómur
- Vit gera ikki tað heilt nógva burtur úr hesum, men fara at hava ein longri kaffisteðgkl. 15.00. Løtan verður í kantinuni á flakavirkinum. Vit fara at handa hesum fólkum, sum so trúliga hava verið til arbeiðis á virkinum øll hesi mongu árini, eina gávu og blómur. Og tey, sum hava 30 ára starvsdag, fáa eisini okkurt minnismerki.
Albert vísir á, at eini 10-15 fólk á virkinum hava verið millum 20 og 25 ár í starvi og miðvingurin, Ólavur Hansen, hevur arbeitt á virkinum í 29 ár! Umframt hesi, hava eini 2-3 onnur fólk verið til arbeiðis í meira enn 25 ár.
So, sigast kann ikki annað enn, at nógv fólk hava støðast ómetaliga væl á flakavirkinum í Miðvági.
Spurdur, hvussu tað ávirkar arbeiðsgongdina, at so mong fólk hava verið so leingi til arbeiðis á virkinum, sigur Albert Ellefsen, at hetta er í hvussu er ikki negativt, tvørtur ímóti.
? Hetta eru burtur av rutineraði fólk, og teimum hevur tú altíð brúk fyri, sigur stjórin, sum nýtir høvi at takka fyri drúgvu starvstíðina og trúgvu tænastuna.
Fiskavirking í Miðvági er eitt gott arbeiðspláss; her er gott at vera, men taðskerst ikki burtur, at her er strævið viðhvørt, sigur stjórin at enda.