Týska løgreglan sigur, at skjótingin í kvøld fór fram í Mc Donald's í Olympia-innkeypsstøðini, sum liggur beint við OL-station í München.
Nýggjastu tíðindini siga, at seks fólk eru dripin, og fleiri eru særd av skotum. Løgreglan hevur enn ikki talið av særdum.
Sambært týska miðlinum - Focus - hevur ein av brotsmonnunum skotið seg sjálvan, eftir at hann varð jagstraður av løgregluni.
Týska løgreglan heitir á fólk um at halda seg burtur av motorvegnum, soleiðis at pláss verður fyri løgregluni í jagstranini eftir brotsmonnunum.