Eyðun Klakstein
Myndir: Símun á Høvdanum
Hvussu tað sær út, tá seks klaksvíkingar eru í einum pyjamasi er ilt at ímynda sær, men stuttligt verður tað í øllum førðum, tá Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer at spæla franska skemtileikin Seks í eini pyjamas.
Seks leikarar hava saman við leikstjóranum vant leikin í næstan tveir mánaðir, og tá frumsýningin verður næsta leygardag, lovar leikstjórin ein sera skemtiligan leik, har tað er ferð á og fløkjurnar nógvar, áðrenn alt endar, sum tað skal enda.
Egi Dam hevur sett leikin upp, og honum dámar væl leikin.
? Hetta er ein góð farsa, sum hevur allar tær fløkjurnar, sum ein slík skal hava. Og so hevur hon eisini ein góðan enda. Leikurin er væl skrúvaður saman, hann er vælskrivaður, og umsetingin er eisini sera væleyndað. Málið er gott og lætt, og tað hevur gjørt tað gjørligt hjá okkum at fáa ein livandi leik burtur úr, sigur Egi Dam.
Hann hevur áður sett leikir upp í Klaksvík, og hann sigur seg hava havt stóra fragd av hesi uppgávuni.
Hendaríkur leikur
Tað hevur tikið drúgva tíð at fáa leikin at sita, men nú ein vika er til frumsýningina, heldur leikstjórin støðuna verða undir kontroll.
? Leikararnir skulu duga tekstin uttanat, og eg havi roynt at leggja til rættis, hvussu leikararnir skulu flyta seg á pallinum og so víðari. Tað er alt komið uppá pláss nú, og tann seinasta vikan skal brúkast til at fáa ferðina á leikinum upp og fáa tað at svinga, sigur Egi Dam.
? Tað hendir nógv í leikinum, og tí hava vit arbeitt nógv við at fáa timingina upp á pláss. Men eg havi havt góðar leikarar at arbeiða við, og flestu teirra hava nógvar royndir á palli, og tað hevur gjørt uppgávuna munandi lættari.
Leikararnar eru Adelborg Linklett, Jan Gardar, Hans Hjalti Skaale, Súsanna Jacobsen, Jógvan Jacobsen og Jórun Ljósstein.
? Tað er ein stórur fyrimunur fyri meg sum leikstjóra, at eg havi leikarar, sum leggja so nógv í tað, sum hesir hava gjørt tað. Hetta eru jú fólk, sum hava arbeiði um dagin og venja sjónleik um kvøldi, og tá skal ein góður hugur til, sigur Egi Dam.
Lítið av tøkni
Leikurin krevur lítið at tøkni. Tað eru nakrar fáar ljóðeffektir, og ljósið skal mest sum bara tendrast.
? Tað gevur mær betri stundir at arbeiða við leikinum og leikarunum. Eg eri jú einsamallur um teir, og teir skulu ikki hugsa um annað enn at spæla leikin, sigur Egi Dam.
Seks í eini pyjamas snýr seg um Jaqueline og Bernhard, sum eru væl fyri fíggjarliga og hava alt tað, tey kunnu ynskja sær ? eisini elskarar.
Tá Jaqueline ætlar sær at vitja mammu sína, fegnast Bernhard um, at hann fær eitt vikuskifti fyri seg sjálvan. Hann sendir boð eftir frillu síni og vinmanninum Robert.
Men Robert er ikki bara vinmaður hjá Bernhard, hann er eisini væl við Jaqueline, og tá hon frættiar, at Robert kemur at vitja, avlýsir hon ferðina hjá sær.
? Sum gongdin í arbeiðnum við leikinum hevur verið higartil, kann eg lova ein góðan skemtileik á høgum støði, sigur leikstjórin.
Sjey í eini pyjamas verður frumsýndur í Atlantis næsta leygardag.