Viðkomandi heiðurslønir
Sámal Blak heldur arbeiðið við at gera planetirnar hevur verið stuttligt. Hann sigur at hetta var lutvíst eitt arbeiði, har hann varð noyddur at hugsa kreativt, men samstundis halda sær fyri eyga, at planetirnar skuldu vera viðkomandi. Hann heldur, at alt ov ofta verður tílík list óviðkomandi og eitt sindur tilvildarlig. Hann setti sær tí fyri, at hetta skuldi ikki vera so við hesum planetunum. Nú planetirnar eru klárar at handa, er listamaðurin væl nøgdur við úrslitið.
Strammur tíðarkarmur
Sámal sigur, at tíðarkarmurin hevur verið strammur, og tí er tað blivið til langar dagar, men hann fekk beinanvegin fínmekanikaran David Geyti við í arbeiðið, og hetta hevur verið stór hjálp. David veit hvussu tingini rigga, og hetta hevur hjálpt nógv bæði í kreativu prosessini og í sjálvum handverkinum, sigur Sámal.
Rustfrítt stál
Planetin er í tveimum partum, eini rustfríari stálskivu og einum fóti, ið er eitt igulker. Stálskivan ímyndar eina fløgu, men eisini eitt Føroya kort og planet búmerkið. Skivan er tekna av Sámali og løgd inn á teldu av David. Tekningin varð síðan send til Danmark, har hon varð útskorðin í rustríum stáli. Á skivuni er navnið á heiðurslønini gravera.
Eitt komiskt igulker
Hin parturin er eitt igulker. Sámal greiður frá, at David kom við hugskotinum um igulkerið. Teir vildu hava natúrligt føroyskt tilfar til fótin. Fyrst hugsaðu teir um rekavið, horn ella grót, Hetta tyktist bara so vanligt, sigur Sámal. David skeyt so eitt igulger upp. Í fyrstani helt Sámal ,hetta vera rættiliga komiskt. Men teir fingu ikki slept hugskotinum aftur. Igulkerið er ikki nógv brúkt í listini og líkist nógv eini planet, holini har píkarnir hava verið minna um lond, og litspælið er egið á hvørjari planet. Hetta ger á onkran hátt heiðurslønina egna, serføroyska og vakra.










