Seks dystir spældir í hvonn og FTZ deildunum í dag

Nummar eitt og tvey í bæði hvonndeildini og FTZ-deildini eru framvegis á FM-finalukós aftaná seinastu dystirnar í ár

Seks dystir vóru í bestu hondbóltsdeildunum í dag.

 

Í hvonndeildini vann oddaliðið, VÍF greiðan sigur á H71 í Hoyvíkshøllini. Í høllini á Hálsi í Havn vann Kyndil ein sera týðandi 34-28 sigur á VB, og eru kyndilskvinnur nú tvey stig frammanfyri VB, og við einum færri spældum dysti. Neistin hevði sítt hoyggj við StÍF á Skála, men tað eydnaðist neistakvinnum at vinna ein tepran sigur á botnliðnum.

 

Í FTZ-deildini kundi Neistin loyva sær tað "luksus" at spæla javnleik ímóti StÍF, tí VÍF kom ikki nærri øðrum plássinum, tí vestmenningar taptu ímóti H71 í Hoyvík. Kyndil fekk hevnd fyri tapið ímóti Team Klaksvík á útivølli fyrr í ár við góðum sigri á klaksvíkingum.

 

Í hvonndeildini gjørdust úrslitini hesi:

 

Kyndil-VB 34-28 (13-13). Toppskjúttar: Kyndil, Anna A. Brimnes 11 mál. VB: Mathilde M. Pedersen 9 mál.

 

StÍF-Neistin 24-26 (9-13). Toppskjúttar: StÍF, Birna Mikkelsen 7 mál. Neistin: Marjun F. Danberg 8 mál.

 

H71-VÍF 24-35 (7-18). 

 

Í FTZ-deildini gjørdust úrslitini hesi: 

 

StÍF-Neistin 25-25 (12-14). Toppskúttar: StÍF, Sveinur Justinussen 8 mál. Neistin: Høgni Zachariassen 8 mál.

 

Kyndil-Team Klaksvík 29-15 (14-12). Toppskjúttar: Kyndil, Rókur Akralíð 6 mál. Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 7 mál.

 

H71-VÍF 25-23 (14-11)

 

 

 

 

 

Støðan DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF1237226710523
 KYNDIL133672709722
 VB143833107320
 NEISTIN14325336-1113
 STJØRNAN13289325-368
 H7114302358-567
 STÍF14212384

-172

 

Støðan (FTZ)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 NEISTIN143633135022
 H71133463271919
 KYNDIL13322320213
 VÍF113363251112
 TEAM KLAKSVÍK14330361-3112
 KÍF13325350-257
 STÍF14370396-267