Seks deyðir á sjónum síðsta árið

Í morgin verða teir mintir kring alt landið

Í morgin er Allahalgannadagur, minningadagur teirra sjólætnu og kring alt landið verður skipað fyri minningarhaldið.

 

Hetta seinast árið eru seks mans farnir á sjónum og tað eru teir, sum verða mintir í morgin.

 

Teir seks eru:

Rani í Billustovu, 20 ár, druknaður í bilvanlukku í Oyndarfirði 28. des. 2013

Jens Pauli Juul, 22 ár, druknaður í bilvanlukku í Oyndarfirði 28. des. 2013

Magnus Pauli Grønagarð, 48 ár, andaðist umborð á Pison 23. jan. 2014

Klæmint Eli Poulsen, 48 ár, druknaður í bilvanlukku í Oyndarfirði 08. apríl 2014

Sámal J. Debes, 56 ár, andaðist umborð á Stapanum 25. aug. 2014

Gunnar Zachariassen, 22 ár, andaðist umborð á Gamla Skálabergi 25. sept. 2014