Seks deyð í summarhúseldi

Eldurin í einum summarhúsum í Svøríki hevur kravt seks mannalív og ikki fýra, sum tey fyrstu tíðindini søgdu. Ein talsmaður fyri svensku løgregluna sigur, at kanningarfólk hava funnið leivdirnar av seks fólkum í húsatoftunum, men at eingin teirra er eyðmerktur enn. Tað er heldur ikki greitt, um talan er um vaksin fólk ella børn.

Løgreglan hevur upplýst, at ein ella fleiri danir eiga summarhúsini, og at tveir bilar eru funnir við húsini. Sambært svensku tíðindastovuni hevur annar bilurin danskar nummarplátur. Ein svii, sum eigur summarhús í grannalagnum, hevur greitt frá, at tvey ella trý donsk húski brúktu húsini, sum eru einar 150 kilometrar í landnyrðing úr Göteborg.

Svenska løgreglan heldur, at húsini brunnu í grund gjáranáttina. Myndir vísa, at bara kaminan stendur eftir.