Tað vísti seg at vera eitt sjálvmorðsálop, sum kostaði minst seks fólkum lívið.
– Fýra hernaðarfólk og tvey sivilfólk lógu eftirá, segði Nasrat Rahimi, talsmaður fyri innanríkisráðið.
Hann legði afturat, at yvir tíggju fólk, harav fimm sivilfólk, vóru særd í álopinum, sum hendi nærindis inngongdina til hernaðarliga útbúgvingarstovn í vestara parti av Kabul.
Eingin hevur enn tikið sær ábyrgdina fyri álopið, sum kom eftir tríggjar mánaðir við lutfalsligum friði í Kabul.
Taliban hevur seinastu árini framt ein hóp av álopum kring al Afghanistan, eisini í Kabul.
/ritzau/Reuters