Aftur í dag vóru fleiri mótmælisgongur í Libya ímóti stýrinum hjá Muammar Gaddafi. Í býnum Benghazi vóru samanbrestir millum mótmælisfólk og trygdardeildir, og talsmenn fyri mótmælisfólkið siga, at seks fólk lótu lív í samanbrestunum, og at umleið 40 fingu skaða.
Tey, sum skipa fyri mótmælunum, brúka alnetið til at kunna um tiltøkini, og tað er eisini haðani, at tíðindastovurnar hava fingið tíðindini um samanbrestirnar í Benghazi, og at seks lótu lív.
Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch sigur, at minst 14 mótmælisfólk vórðu tikin í dag.
Í gjár doyðu fýra fólk í samanbrestum millum mótmælisfólk og trygdarmenn í býnum Al-Baida, sum er har eysturi í Libya.