Myndugleikarnir í Fraklandi kunngjørdu í dag, at seks fólk eru funnin deyð eftir eitt skalvalop í teimum fronsku alpunum. Ein tyrla flutti tey seks líkini til bygdina Villar d'Arene.
Skalvalopið var í gjár nærhendis Neige Cordier í 2.700 metra hædd.
Ein talsmaður fyri myndugleikarnar sigur, at tey seks fólkini vóru samanbundin. Hann vildi ikki siga, hvørjum landi tey vóru úr.