Ikki færri enn seks nýggir landsliðsspælarar fingu herfyri handað bronsunál frá Fótbóltssambandinum. Bronsunál verður latin, tá spælari spælir sín fyrsta A-landsdyst, og seinastu tríggjar dystirnar hava debutantarnir verið seks í tali. Nevnliga René Tórgarð, Egil á Bø, Leif Niclasen, Andreas Lava Olsen, Bogi Løkin og Pætur Dam Jacobsen. Umframt teir seks hava Jóns Tór Næs, Kristoffur Jacobsen og Høgni Madsen spælt sín fyrsta A-landsdyst í ár.
LesarabrøvLesarabrøv









