Seks døglingar lagt beinini í Sandvík

Tvøstið verður býtt ímillum Hvalbingar og Sandvíkar

Í morgun varnaðust fólk í Sandvík, at døglingar høvdu rent seg fastar á Sandinum. Talan varð um seks døglingar og teir vórðu so avlívaðir.

Tommy Olsen, grindaformaður, sigur, at døglingarnir verða nú drignir upp á dráttin í Sandvík, har teir verða skornir upp. Tvøstið verður so koyrt heim til Hvalbiar at verða vigað áðrenn tað verður býtt. Tvøstið verður býtt ímillum tey, sum búgva í Sandvík og í Hvalba.

Tað er heilt óvanligt at seks døglingar leggja beinini í senn, tí tað vanliga er, at teir eru tveir, ella tríggir, sum fylgjast.

Grindaformaðurin sigur, at hesir døglingarnir eru stórur, so tað verður fitt av tvøsti í part.